Ongi úrslit

Evroparáðið ávarar Danmark: Fráferðarmiðstøðir kunnu hótta mannarættindini

Evroparáðið ávarar um, at fráferðarmiðstøðir uttan fyri ES kunnu føra til illviðferð og tilvildarliga afturhaldan.

© Statsministeriet.
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, hevur sagt, at móttøku- og fráferðarmiðstøðir uttan fyri ES verða eitt av hennara fremstu politisku málum í triðja skeiði hennara sum forsætisráðharri.
Edmund Jacobsen
Í gjár kl. 13:00

Evroparáðið heitir á Danmark og fleiri onnur ES-lond um at tryggja mannarættindini, áðrenn fráferðarmiðstøðir (á donskum nevnd “udrejsecentre”)verða settar á stovn uttan fyri ES.

Í einum brævi ávarar Michael O’Flaherty, mannarættindakommisserur hjá Evroparáðnum, um, at ætlanin hevur „munandi vandar fyri mannarættindini“. Tað skrivar DR.

Evropatingið ruddaði slóðina

Ein meiriluti í Evropatinginum samtykti í juni eina nýggja afturvísingarskipan. Hon gevur ES-londum møguleika at gera avtalur við lond uttan fyri ES um at hýsa fólki, sum ikki hava rætt til friðskjól ella lógligt uppihald í Evropa.

Høvuðsmál hjá Mette Frederiksen

Mette Frederiksen, forsætisráðharri, hevur sagt, at móttøku- og fráferðarmiðstøðir uttan fyri ES verða eitt av hennara fremstu politisku málum í triðja skeiði hennara sum forsætisráðharri.

Morten Bødskov, útlendinga- og integratiónsráðharri, vísir aftur, at ætlanin fer at bróta altjóða sáttmálar.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig tíðindi á døgurða

13. juli kl. 20:56

Órímiligt at fólk skulu rinda fyri meiri enn tey eiga

17. juli kl. 09:59

Legg hornið á um Laura Bech ringjur

16. juli kl. 12:38

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

15 tímar síðan

Fór á sjúkrahús eftir arbeiðsóhapp í Vágum

15. juli kl. 06:57

Stórur eldur í sethúsum í Sørvági

18. juli kl. 12:00