Runavíkar kommuna skipaði í gjár fyri móttøku til heiðurs fyri evropeiska bragdið hjá NSÍ.
NSÍ tapti fyrra dystin 2-0 í Klaksvík, men svaraði aftur við einum minnisverdum 3-1 sigri í Koper. Úrslitið sendi runavíkingar víðari í evropeisku kappingini.
Nógv fólk møttu til móttøkuna, har Lena og Niklas settu ein hátíðarligan dám við tveimum sangum.
Formaðurin Karstin greiddi frá ferðini og dramatisku dystargongdini. Hann takkaði eisini Runavíkar kommunu fyri stuðulin til felagið.
Stuðulin gevur eyka orku
Høvuðsvenjarin Siggi takkaði áskoðarunum og heitti á tey um framhaldandi at møta til dystirnar. Sambært honum gevur stuðulin spælarunum eyka orku og lyftir liðið.
Borgarstjórin Tobbi vísti á stóru menningina hjá NSÍ. Fyri bert trimum árum síðani spældi felagið í næstbestu deildini. Nú hevur liðið vakt ans við úrslitunum á evropeiska pallinum.
At enda handaði borgarstjórin Karstini og Sigga hvør sítt blómutyssi.