Sum vit áður hava skrivað, fer grønlendski úrmælingurin, Rasmus Lyberth, at hava konsert í Reinsarínum leygarkvøldið 12. septembur.
Men tað er so stórur áhugi fyri teirri konsertini, at hon er fullsett. Sostatt heldur Rasmus Lyberth eina eykakonsert og hon verður í Reinsarínum kvøldið fyri, fríggjakvøldið.
Rasmus Lyberth hevur sungið og spælt í ein 50 ár og hann er ein av fremstu mentanarberunum í Norðurlondum.
– Við síni sermerktu rødd, nærveru og hjartanemandi sangum hevur Rasmus Lyberth í áratíggju verið ein av mest týðandi mentanarrøddunum í Grønlandi og Norðuratlantshavi, siga fyrireikararnir.
Við støði í grønlendskari mentan, søgum og lívsroyndum skapar hann konsertir, sum bæði eru rørandi, kraftmiklar og lívgevandi.
Á skránni verða bæði væl kendir sangir og nýggjari tónleikur, kryddað við persónligum frásagnum, skemtiligum søgum og djúpum hugleiðingum.
– Hetta verður eitt sjáldsamt høvi at uppliva ein sannan listamann, sum hevur rúnarbundið áskoðarar kring allan heim í meira enn 50 ár, siga fyrireikararnir.