Ongi úrslit

Eysturkommuna: Tíggju norskir gestir royndu staðbundin ferðavinnutilboð

Tíggju vitjandi úr Noregi hava roynt ferðavinnutilboð í Eysturkommunu. Afturmeldingarnar vóru sera jaligar.

© Eysturkommuna.
Norsk ferðafólk á vitjan í Eysturkommunu.
Edmund Jacobsen
3. juli kl. 19:30

Tíggju vitjandi úr Henning í Noregi hava verið í Eysturkommunu fyri at royna og meta um ferðavinnutilboðini í kommununi.

Vitjanin var partur av eini ferðavinnuverkætlan, sum varir í trý ár og verður stuðlað av NORA og Eysturkommunu. Endamálið er at vísa, at ferðavinnan í Eysturkommunu ikki bara snýr seg um støð og upplivingar, men eisini um fólk, søgu, mentan og gerandislív.

Nógv fyrireiking undan vitjanini

Ferðavinnuveitarar, ferðaleiðarar og starvsfólk í umsitingini høvdu fyrireikað vitjanina væl. Tey vitjandi royndu ymisk tilboð í kommununi og gjørdu síðani eftirmetingar av hvørjum einstøkum staði.

Jaligar afturmeldingar

Sambært Eysturkommunu vóru afturmeldingarnar sum heild sera jaligar. Allir luttakararnir sóu møguleikar fyri at menna ferðavinnuna í kommununi enn meira.

Tí heldur verkætlanin fram við góðum treysti.

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

22. oktober kl. 13:22

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

Í gjár kl. 12:08

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

Í gjár kl. 19:06

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:07