Føroyska flogfelagið FarCargo hevur skrivað føroyska flogsøgu við einum fýra dagar longum leiguflúgvingartúri, sum gekk um fýra heimspartar. Tað skrivar FarCargo á LinkedIn
Boeing 757-200-farmaflogfarið Eysturoy fleyg til samans 17.470 sjómíl, sum svara til 32.355 kilometrar. Á ferðini vóru átta lendingar og tríggjar manningarskiftingar.
Heintaði knapt 30 tons í Dubai
Ferðin byrjaði leygardagin, eftir at Eysturoy hevði flogið laks á føstu farleiðini til Dublin í Írlandi.
Úr Dublin varð flogið til Dubai, har flogfarið tók knapt 30 tons av farmi umborð. Síðan varð kósin sett móti Caracas í Venesuela, har Eysturoy lendi á Simón Bolívar-altjóðaflogvøllinum.
Á leiðini vóru tøkniligar millumlendingar í Bari í Italia, Keflavík í Íslandi, Portsmouth og Fort Lauderdale í USA.
Átta tímar beinleiðis til Vágar
Heimferðin úr Fort Lauderdale til Vágar varð flogin uttan millumlending. Teinurin var 3.776 sjómíl, sum svara til 6.975 kilometrar, og flúgvingin tók átta tímar og ein minutt.
Sambært FarCargo er hetta, eftir tí, sum felagið veit, longsta beinleiðis flúgvingin, sum nakrantíð er endað í Vágum.
Eysturoy lendi týsdagin, men varð ikki leingi á jørðini. Bert fáar tímar seinni fór flogfarið aftur á flog við 35 tonsum av laksi við kós móti Liège í Belgia.