Fyrrverandi amerikanski smittuverju-serfrøðingurin, Dr. Anthony Fauci, vísti ferð eftir ferð til amerikanska grundlógartillagið Fifth Amendment undir einari hoyring í Senatinum.
Harafturat noktaði hann at svara nærum øllum spurningunum frá senatorunum.
Fifth Amendment, sum er 5. ískoytið til amerikonsku grundlógina, gevur borgarum rætt til ikki at svara spurningum, um svarini kunnu verða brúkt sum prógv ímóti teimum í einari revsirættarligari sak.
Hetta er ein grundlógartryggjaður rættur og er í sjálvum sær ikki ein viðurkenning av skuld, men tað styrkir heldur ikki beinleiðis trúverdigheitina hjá tí avhoyrda.
Undir hoyringini varð Fauci millum annað spurdur um leiklut sín í fíggingini hjá NIH (National Institutes of Health) av gransking, sum varð framd gjøgnum EcoHealth Alliance ið Wuhan Institute of Virology í Kina.
Senatorurin Rand Paul vildi hava greiðu á, um Fauci hevði verið við til at góðkennt og havt eftirlit við hesi granskingini, og um hann áður hevði villleitt Kongressina um fíggingina hjá NIH. Fauci noktaði at svara og vísti til Fifth Amendment.
Senatorarnir spurdu eisini um dagbókarviðmerkingar hjá Fauci frá koronufarsóttini.
Teir vildu millum annað fáa greiðu á, um hansara fyrstu metingar um, at Corona møguliga kundi stava frá einum laboratoríleka, samsvaraðu við tær almennu útsagnirnar, hann seinni kom við. Eisini hesum spurningunum noktaði Fauci at svara.
Sambært fleiri miðlum vísti Fauci til Fifth Amendment sjálvt tá talan var um vanligar og innleiðandi spurningar.
Advokatar hansara høvdu mælt honum til ikki at svara nøkrum spurningi, tí svarini kundu verða brúkt ímóti honum í einari møguligari revsirættarligari sak.
Hoyringin varð leidd av senatorinum Rand Paul, sum aftaná fanst hvassliga at Fauci fyri ikki at samstarva.
Paul segði eisini, at nevndin fer at umhugsa at taka stig til eina møguliga vanvirðissak (contempt of Congress) móti Fauci fyri at nokta at svara Kongressini.
Advokaturin hjá Fauci mátti leiðast burtur úr Senatinum.
Senatorurin Paul segði, at advokaturin var órógvandi, og at verjin ikki hevði loyvi at tala til nevndina undir hoyringini.
Síðani varð Schertler fylgdur út úr fundarhølinum av Capitol Police.