Ongi úrslit

Fer at kanna um fleiri bløð skulu verða mvg frí

Áki Bertholdsen
1. sepember kl. 08:22

Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, ætlar at kanna um fleiri føroysk bløð kunnu verða mvg frí.

Astrið Breckmann tingkvinna fyri Fólkaflokkin, hevur spurt hann, hví føroysk vikubløð og mánaðarbløð ikki er mvg frí eins og tíðindabløð eru?

Hon vildi eisini hava at vita um landsstýrismaðurin fer at virka fyri at broyta lógina soleiðis at føroysk vikubløð og mánaðarbløð eisini verða mvg frí.

Aksel V. Johannesen sigur, at tað er ein søgulig og politisk serskipan, at tíðindabløð eru mvg frí og endamálið er at stuðla tíðindaflutninginum og tí fólkaræðisliga kjakinum.

Onnur føroysk vikubløð og mánaðarbløð verða ikki mett at hava soma samfelagsliga endamál, sigur Aksel V. Johannesen.

Føroyum eru tíðindabløð mvg frí, men treytin er, at tey koma út regluliga og viðgera aktuelt tíðindatilfar.

Vanliga lúka vikubløð og mánaðarbløð ikki hesi krøv og rinda tí mvg, sigur hann.

Men Aksel V. Johannesen sigur, at hann fer at kanna um tað ber til at javnstilla vikubløð og mánaðarbløð við tíðindabløð og gera alt mvg frítt.

Mest lisið hesa vikuna

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

15 tímar síðan

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06