Góði Jacob Vestergaard,
Nýtt skip er vorðið projekterað fyri Rituna, tí skipið er ov gamalt, og umvælingarnar eru kostnaðarmiklar. Henda farleiðin er serstøk í mun til hinar leiðirnar, tí her hevur mann ikki fastar tíðir fyri, nær Ritan kemur aftur á Hvannasund. Hetta kemst av, at Ritan skal sigla bæði til Svínoyar og Fugloyar, og tað er ymiskst frá ferð til ferð, um siglt verður til Fugloyar ella ikki.
- Tíðin er farin frá, at sama skip siglir til tvær oyggjar!
At man ikki hevur fastar tíðir ger eisini, at SSL ikki fær samskipað bygdaleiðirnar, sum eiga at passa til Rituna. Fólk mugu viðhvørt bíða í upp til 2 tímar í Hvannasundi, tí Ritan leggur at, júst sum bussurin er farin framvið. Um veturin er uppaftur verri, og tá er t.d. eingin ruta úr Hvannasundi til Klaksvíkar hjá teimum sum koma av útoyggj sunnudag.
Tvey skip til Svínoyar- og Fugloyarleiðina
Mítt uppskot er, at Fugloy og í Svínoy fáa hvør sítt skip sum kann røkja sambandið hjá hvørjari oyggj sær. So hevði man eisini automatiskt avloysaraskip, tí rutan kann leggja saman aftur, tá annað skipið fer á beding. Tað hevði loyst nógvar trupulleikar hjá hesum báðum útoyggjum og teimum sum javnan ferðast hagar, tí tað hevði lyft samferðsluna upp á eitt nógv hægri støði. (Hetta fer eisini at gera tað lættari at leggja rutuna hjá bygdaleiðum til Klaksvíkar til rættis.)
Um so er, at Kalsoyartunnilin verður veruleiki, er upplagt at brúka upphæddina, sum er avsett til nýggja Kalsoyarferju, til at býta rutuna til Fugloyar og Svínoyar sundir, so at hvør oyggj fær sítt egna strandfaraskip. At fáa eina nýggja Ritu við somu mannagongd sum nú er, er ikki framtíðartryggjandi fyri vøkstur og menning.
Við vón um vælvild,
Petur Asano
Opið bræv til Jacob Vestergaard Opið bræv til Jacob Vestergaard
Viðmerking til planlegging um nýtt skip til Svínoyar- og Fugloyarleiðina
Peter Asano
3 tímar síðan
Mest lisið hesa vikuna
Myndir-Sjómannadagurin 2026
22. august kl. 23:20
Føroysk sparibússa funnin á Jan Mayen - eftir 57 ár
24. august kl. 08:20
Løgreglan tók sjey prutl í einum
23. august kl. 09:22
Útlendingur fongslaður fyri at at stjala úr trimum handlum í Havn og í Eysturoy
22. august kl. 09:18
Ben Arabo og Fróði Magnussen »skíta á serfrøðina«
Í gjár kl. 12:18
Aron er á veg til Skotlands
24. august kl. 19:01