Nú eru útlit til, at tað fer at verða loyvt at skjóta kóp í Føroyum.
Tað er nógvur kópur at síggja kring Føroyar og mett verður, at ein hvør kópur etur ímillum 1 - 2,5 tons av fiski um árið.
Er kópastovnurin undir Føroyum 1.000 kópar, eta teir tilsamans ímillum 1.000 og 2.500 tons av fiski um árið.
Er stovnurin størri, etur hann tilsvarandi meiri og tað fekk fleiri løgtingslimir at flokka kóp sum beinleiðis skaðadjór. Samstundis halda løgtinglimir, at tað er neyðugt at avmarka stovnin av kópi fyri at minka um skaðarnar.
Og í Løgtinginum í morgun hevur Steffan Klein Poulsen tingmaður fyri Miðflokkin spurt Bárð á Steig Nielsen, landsstýrismann, um nøkur ætlan er um at loyva føroyingum at skjóta kóp.
Tað er nevniliga ikki loyvi at veiða kóp í Føroyum. Í 2019, legði táverandi landsstýrið uppskot fyri Løgtingið um at loyva kópveiði, men tá var stór mótstøða ímóti tí, segði Høgni Hoydal, sum var landsstýrismaður tá.
Men nú er vent í holuni og nú er stór semja í Løgtinginum um, at vit eiga at geva loyvi til at veiða kóp.
Summir halda tó fast um, at veiðan skal vera burðardygt, men Bill Justinussen úr Fólkaflokkinum, sær onga meining í at tosa um burðardygd.
Hann heldur, at vit skulu ikki altíð tosa um burðardygd. Hann helt fyru, á í bardaganum fyri at týna rottuni, tosar eingin um burðardygd...
Bárður á Steig Nielsen sigur, at hann hevur biðið umsitingina fyrireika eitt uppskot um at gera tað loyvt at veiða kóp og hann vónar, at eitt uppskot kann verða lagt fyri Løgtingið skjótt.
Hann ivast ikki í, at eisini kópaveiða kann verða ein vinnuvegur í Føroyum, og hann sigur eisini, at Havstovan er beint nú í ferð við at telja, hvussu nógv er til av kópi.