DMI heitir nú á ferðafólk um at kanna almennu veðurávaringarnar á heimasíðuni MeteoAlarm, áðrenn tey fara í summarfrí í Evropa.
Orsøkin er, at hitabylgjan heldur fram í stórum pørtum av Evropa. Í Spania hevur hitin verið oman fyri 45 stig, og í Fraklandi varð mikudagurin tann heitasti dagurin, sum nakrantíð er máldur í landinum.
Vanlig veðurapp er ikki nóg mikið
DMI sigur, at vanligar veðurforsagnir ofta bara vísa, um sól ella regn er í væntu. Tær vísa ikki altíð, um myndugleikarnir hava sent út ávaringar um vandamikið veður.
Michael Skelbæk, chefkonsulentur í Vejr og Varsler hjá DMI, sigur, at slík vitan kann vera avgerandi, um vandi er fyri hitabylgju, ógvusligum regni ella øðrum vandamiklum veðri.
39 lond á somu síðu
MeteoAlarm savnar ávaringar frá veðurfrøðiligum og vatnfrøðiligum stovnum í 39 evropeiskum londum.
Í Bretlandi er eisini juni-hitamet mált. Har vísti hitin 36,1 stig nærindis Portsmouth í Suðuronglandi.
WHO hevur kallað hitabylgjuna eina heilsuliga neyðstøðu.