Ongi úrslit

Ferðavinna í Norðoyggjum: Nú skulu gøtur, skelti og vesi skipast betur

Ein bygdagøta í Klaksvíkar kommunu verður mett ov vandamikil til ferðafólk, sum ganga undir egnari ábyrgd.

© Visit Faroe Islands.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Bygdagøtan millum Árnafjørð og Norðtoftir skal takast av sum almenn farleið. Tað er ein av mest ítøkiligu niðurstøðunum í nýggju ferðavinnuætlanini fyri Klaksvík, Ánirnar, Norðoyri og EndamáliðÁrnafjørð.

Sambært ætlanini lýkur gøtan ikki treytirnar fyri, at ferðafólk kunnu ganga har undir egnari ábyrgd. Lendið er bratt og ójavnt, og nógv leyst grót ger leiðina bæði torføra og í summum førum vandamikla.

Mælt verður tí til, at ferðsla á leiðini bara fer fram saman við staðkendum ferðaleiðara. er at tryggja ferðafólk og samstundis taka atlit at náttúru, landbúnaði og staðbundnum viðurskiftum.

Ferðavinnan skal skipast betur

Ferðavinnuætlanin fevnir um eitt øki, har býarlív, bygdalív, náttúra, mentan og vinnulív eru tætt knýtt saman.

Klaksvík verður lýst sum náttúrligur miðdepil í Norðoyggjum. Býurin hevur matstovur, kaffihús, handlar, mentanarhús, ítróttar- og vælverutilboð, gistingarmøguleikar og fleiri staðbundnar upplivingar.

Men ferðavinnan krevur eisini greiðari karmar. Tí eru kort gjørd fyri Klaksvík, Ánirnar, Norðoyri og Árnafjørð. Tey skulu vísa almennar farleiðir, parkering, almenn vesi, kunningarstøð og onnur øki, sum eru opin fyri almenninginum.

Klakkur er undir trýsti

Gøtan niðan á Klakk verður lýst sum eitt væl umtókt ferðamál við stórum upplivingarvirði. Men hon er eisini merkt av stórum sliti, tí nógv ferðafólk ganga har alt árið.

Tí verður mælt til at kanna, um partar av leiðini skulu tillagast ella flytast. Málið er at verja náttúruna betur og samstundis tryggja eina góða uppliving hjá teimum, sum vitja økið.

Í ætlanini verður eisini víst á tørv á betri skelting, greiðari skilhaldsreglum og einari ítøkiligari tørvsgreining av almennum vesum. Serliga uttan fyri Klaksvík er atgongdin avmarkað, og tað leggur trýst á privatar tænastur.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 09:13

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

17 tímar síðan

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57