Ongi úrslit

Ferðslan er størri enn nakrantíð

Í Eysturoyartunlinum og Sandoyartunlinum var ferðslan í juni størri, enn hon nakrantíð áður hevur verið í einum mánað

Jóannes Hansen
5. juli kl. 18:50

Pílarnir peika beint uppeftir í ferðsluni hjá partafelagnum Eysturoy og Sandoyartunlar.

Í  juni var ferðslan størri, enn hon nakrantíð áður hevur verið í einum mánað. Tað vísir uppgerðin fyri juni mánað.

Miðalferðsla pr. dag. fyri Eysturoyartunlinum Eysturoy-Streymoy

Í juni koyrdu í miðal 6318 bilar um samdøgrið millum Eysturoy og Streymoy. Í juni mánað í fjør var ferðslan 5660 bilar, og ferðslan hevur ongantíð verið størri enn hon var í juni í ár. Størsta talið frammanundan var í mai í ár, tá ið tað í miðal koyrdu 6008 bilar um samdøgrið millum Eysturoy og Streymoy.

Miðal bilatalið um samdøgrið millum Strendur og Rókina var í juni í ár 1063. Størsta talið í ein mánað er í mars í ár, tá ið tað var 1066.

Miðalferðsla pr. dag. fyri Eysturoyartunlinum Strendur-Rókin

Eysturoyartunnilin hevur verið opin síðani desember 2020.

Sandoyartunnilin hevur verið opin síðani í desember 2023.

Í juni í ár koyrdu í miðal 1337 bilar um samdøgrið í Sandoyartunlinum. Hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at miðaltalið er omanfyri 1300. Í juni í fjør var miðaltalið 1196. Størsta talið undan juni í ár var í juli í fjør, tá ið 1280 bilar í miðal um samdøgrið koyrdu í Sandoyartunlinum.

Miðalferðsla pr. dag. fyri Sandoyartunnilin

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

Í gjár kl. 13:22

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

13 tímar síðan

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

Í gjár kl. 19:06

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

Í gjár kl. 09:07