Ongi úrslit

Ferðsluátak í Karvatoftum í Fuglafirði

Tað skal bæði vera tryggari at ferðast og at talan verður um meiri torglíknandi dám

Fuglafjarðar kommuna
2 tímar síðan

Fuglafjarðar kommuna arbeiðir við at skipa ferðsluviðurskiftini í Karvatoftum, millum Haraldsen og torgið við Mentanarhúsið, soleiðis at tað verður tryggari at ferðast samstundis sum økið fær ein meira torg líknandi dám.

Í hesum sambandi verður ein royndarverkætlan gjørd í 4 vikur, frá mánadegnum 12. oktober 2026 til mánadagin 9. november 2026, har vegurin í økinum verður smalkaður til 6,5 m og parkeringsbasarnir uttanfyri verða tiknir burtur. Samstundis verður tíðaravmarkað parkering frá Haraldsen handlinum yvir móti Bókasavninum.

Heitt verður á ferðandi um at vera ansin í hesum sambandi og boða kommuni frá um átakið hevur, antin jaliga ella neiliga ávirkan í mun til endamálið, at hava eina tryggari ferðslu(teldupostur info@fuglafjordur.fo).

Ferðsluátakið við Karvatoftir er í samband við miðbýarætlanina ið er gjørd av arkitektavirkinum EYA.

Ætlanin er, at økið kemur at taka seg út sum myndin niðanfyri vísir:

Her er vegurin smælkaður niður til 6,5metur sum átakið eisini er og P-básarnir eru burtur niðanfyri Haraldsen.

Vegaforingar vera eisini í økinum.

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið hevur ferðast fyri 3,4 milliónir upp á eitt hálvt ár

14. oktober kl. 08:42

Mín uppliving við heilabløðing og ein áheitan á Løgtingið

11. oktober kl. 17:59

Vegurin avbyrgur av stórari skriðu

14. oktober kl. 11:54

Stormurin í gjár kravdi eitt mannalív

15. oktober kl. 07:52

Ávaring frá løgregluni til  fólk í Hvalvík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:56

Hann undrast á hví vit halda fram at koppseta fyri koronu

13. oktober kl. 08:12