Forsøgn galdandi til leygarmorgunin
Lítið lot vestan, út á seinnapartin norðan, minni enn 5 m/s. Klárt ella smáskýggjað, tó í støðum skýggjað, mjørkaflókar ella tám. Hitin í dag 12 til 14 stig, í støðum upp í 18 stig. Hitin í nátt millum 8 og 12 stig.
Leygardagin
Lítið lot norðan, sum út á dagin lækkar niður í vestan og um kvøldið niður í útsynning, minni enn 5 m/s. Klárt ella smáskýggjað og turt. Hitin 10 til 15 stig.
Sunnudagin
Lítið lot av útsynningi, sum út á dagin hækkar upp í útnyrðing, minni enn 5 m/s. Skýggjað og turt, í støðum tám ella mjørki. Hitin um dagin 12 til 16 stig, um náttina 9 til 12 stig.
Mánadagin
Lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, út á kvøldið upp í strúk, 13 m/s. Skyggjað og sólglottar, yvirhøvur turt, men í støðum tám ella mjørki. Hitin 11 til 16 stig.
Týsdagin
Frískur vindur upp í strúka vestan, 8 til 13 m/s. Seinnapartin minkar til frískt lot til frískan vind og hækkar upp í norðan, 5 til 10 m/s. Skyggjað og yvirhøvur turt. Hitin 11 til 16 stig.
Mikudagin
Frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, út á dagin lítið lot, minni enn 5 m/s, og um kvøldið lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Hitin 11 til 16 stig.
Veðurstova Føroya