Mikukvøldið 18. juni verður aftur Filmsting í Perluni í Tórsgøtu í Havn. Tiltakið, sum Filmshúsið og Klippfisk skipa fyri, er eitt fakligt forum fyri filmsfólk og onnur áhugað, har kjakast verður um filmslist, mentan og vinnu.
Á skránni eru fleiri framløgur, sum geva innlit í ymiskar tættir av filmsvinnuni – frá altjóða samframleiðslum og filmsútbúgving til netverkan og festivalar.
Ein av gestarøðarunum er framleiðarin Jón Hammer úr Outlier Projects. Hann hevur verið samframleiðari á fleiri stórum filmsverkætlanum og fer at greiða frá sínum royndum við altjóða samstarvi.
Við dømum úr veruligum verkætlanum fer hann at lýsa tilgongdina og møguleikarnar, sum samframleiðsla kann geva føroyskum filmsfólkum.
Sølvi Næs Hoydal, sum lesur BA í filmgerð á Listaháskóla Íslands, fer somuleiðis at halda framløgu. Hann fer at geva áhoyrarunum innlit í lestrarlívið í Reykjavík og greiða frá teimum møguleikum, sum útbúgvingin innan filmgerð gevur komandi filmsfólki.
Eisini fara Rakul Ró Steintórsdóttir og Niels Johan Sigurðsson úr UFO at greiða frá sínum royndum á North Atlantic Story Circle í Reykjavík. Harumframt fara tey at siga frá luttøku teirra á Stock Film Festival og teimum sonevndu “industry-døgunum”, har filmsfólk úr ymiskum londum hittast fyri at knýta sambond og menna nýggj samstarv.
Sambært fyriskiparunum er endamálið við Filmstinginum at skapa eitt stað, har føroyska filmsumhvørvið kann hittast, deila vitan og kjakast um viðurskifti, sum hava týdning fyri menningina av filmsvinnuni.
Tiltakið verður í Perluni í Tórsgøtu í Havn mikukvøldið 18. juni kl. 19.30 til 21.00. Luttøkan er ókeypis, og kaffi og te verða at fáa.
Øll áhugaði eru vælkomin.