Ongi úrslit

Fimm bilførarar fingu klipp og ein misti koyrikortið

Áki Bertholdsen
14. juli kl. 07:47

Í gjár var løgreglan ymsastaðni á meginøkinum og kannaði ferðsluna. Og tey skrivaðu fimm bilførarar niður fyri at koyra ov skjótt. Og harafturat fekk ein bilførari 1.000 krónur í bót fyri ikki at brúka trygdarbelti.

Tað eru nøkur vegastrekki í landinum sum eru so góð, at har hava bilførarar lyndi til at koyra alt ov skjótt - og tað er eisini oftani har, at løgreglan ger ferðslukanningar.

Eitt av hesum strekkjunum er Fuglafjarðarvegurin, har tað er loyvt at koyra  80.

Har vórðu fýra bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt. Teir koyrdu allir ímillum 101 og 106 og tað er nokk til at teir eisini fingu klipp í koyrikortið, umframt at teir eisini fingu ímillum 1.500 krónur og 2.000 krónur í bót.

Eitt annað strekki er Millum Fjarða og har vórðu tveir bilførarar tiknir. Ein koyrdi 102 og hann fær somuleiðis klipp í koyrikortið, umframt 1.500 krónur í bót, men ein koyrdi 114 kilometrar um tíman og hann sleppur ikki undan at missa koyrikortið, umframt at hann fær 2.500 krónur í bót.

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

22. oktober kl. 13:22

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

Í gjár kl. 12:08

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

Í gjár kl. 19:06

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:07