Hetta vikuskiftið er bátastevna í Vestmanna og í tí sambandi hevur løgreglan havt havt fólk har um vegir. Eitt endamál við tí var at kanna um bilførararnir vóru edrúir og sostatt hava tey eisini steðgað fleiri bilum.
Og tað vóru eisini fleiri, sum ikki vóru heilt edrúir. Løgreglan sigur, at bara nakrar tímar fyrrapartin í gjár, frá klokkan 8.20, til út ímóri miðdegi, tóku tey fýra bilførarar fyri at koyra við kenning. Og í morgun er longu ein bilførari tikin afturat fyri at koyra við kenning, so tilsamans eru fimm bilførarar tiknir.
Løgreglan sigur, at allur fimm bilføararnir hava verið á bátastevnu. Teir høvdu allir sovið og teir hildu allir, at tað var runnið av teimum og at tað var trygt hjá teimum at koyra bil.
Men teir forroknaðu seg, tí hóast talan var um gamla kenning, høvdu teir framvegis so mikið í blóðinum, at teir fullu fyri promillumarkinum.
Løgreglan sigur, at blóðroynd er tikin av teimum, og so gongur málið sína gongd.
Løgreglan sigur, at tað er skjótt at forroknað seg, tí hóast ein følir seg púra edrúan, kann ein saktans hava nokk eftir í blóðinum til at verða tikin fyri rúsdrekkakoyring.
Men eru tað bilførarar, sum ivast í um teir eru førir fyri at koyra bil - og síggja teir ein løgreglubil, ber til at biðja um sleppa at blása fyri at vita, hvussu støðan er.
Løgreglan sigur, at annars hevur verið púra friðarligt á bátastevnuni í nátt.