Ongi úrslit

Fimm fólk deyð í skottilburði í týska býnum Stade

Myndugleikarnir hava ikki upplýst um har eisini eru særd fólk

Jóhanna Højgaard
3 tímar síðan

Í minsta lagi fimm fólk hava latið lív í einum skottilburði í týska býnum Stade, vestan fyri Hamburg. Tað upplýsir eitt talsfólk hjá týsku løgregluni, sambært Reuters.

Skottilburðurin fór fram í Dankersstraße-økinum í miðbýnum í Stade, har umleið 50.000 fólk búgva.

Løgreglan hevur sperrað økið av og heitir á borgarar um at halda seg burtur, meðan kanningararbeiðið fer fram.

Ein maður er handtikin í sambandi við skottilburðin. Løgreglan hevur enn ikki upplýst, um talan bert er um tann eina gerningsmannin, ella um fleiri kunnu hava verið uppi í málinum.

Orsøkin til skottilburðin er framvegis ókend, og myndugleikarnir hava heldur ikki upplýst, um fólk eru særd. Tí kann talið av deyðum og særdum broytast, eftir at løgreglan fær betri yvirlit yvir støðuna.

Kanningararbeiðið heldur fram, og væntandi fer løgreglan at kunngera fleiri upplýsingar, tá ið tey avvarðandi eru kunnað, og tær fyrstu kanningarnar eru lidnar.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 16:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 09:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 08:14

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

Í gjár kl. 11:49