Ongi úrslit

Fimm føroyingar handtiknir fyri at hava og deila myndir

Føroya Politi
3 tímar síðan

Seinnapartin í gjár handtók og skuldsetti Føroya Politi fýra mans. Harumframt varð ein maður handtikin og skuldsettur í Danmark. Menninir, sum eru millum 28-48 ár, eru skuldsettir fyri ólógliga varðveitslu og deiling av privatum myndum. Í sambandi við handtøkurnar gjørdi politiið eisini húsarannsókn heima hjá teimum skuldsettu. 

 Kanningararbeiði í gongd
Undir rannsóknunum varð millum annað lagt hald á teldur, harðdiskar og telefonir, sum politiið nú kannar nærri. 

Kanningararbeiðið, sum politiið arbeiðir við undir heitinum Olympus, fer at avdúka, hvussu umfatandi málini eru, og um fleiri persónar skulu skuldsetast fyri ólógliga varðveitslu ella deiling av privatum myndum.

Ólógligt at deila myndir uttan samtykki
Í hesum sambandi skal gerast vart við, at tað er ólógligt at deila myndir av øðrum uttan samtykki. Tá myndir verða deildar fleiri ferðir, ber ikki til at vita, um avmyndaði persónurin hevur givið samtykki til at deila myndina. Boðskapurin hjá politinum er tí greiður: Slíkar myndir skulu ongantíð sendast víðari.

Persónar, sum hava ólógligt myndatilfar, eins og tey, sum deila slíkar myndir, kunnu revsast.

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið hevur ferðast fyri 3,4 milliónir upp á eitt hálvt ár

14. oktober kl. 08:42

Vegurin avbyrgur av stórari skriðu

14. oktober kl. 11:54

Stormurin í gjár kravdi eitt mannalív

15. oktober kl. 07:52

Ávaring frá løgregluni til  fólk í Hvalvík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:56

Brutto lønarhækkan/pensjónshækkan fyri 2026

15. oktober kl. 21:43

Minningarorð um Jóhan Larsen av Eiði

14. oktober kl. 13:04