Ongi úrslit

Finalan glapp Føroyum av hendi eftir fimmsettara ímóti Skotlandi

Flogbóltsamband Føroya
7 tímar síðan

SCA meistaraheitið, kvinnur – hálvfinala:

Føroyar – Skotland 2-3 (18-25, 23-25, 25-22, 25-23, 12-15)

Føroyska flogbóltslandsliðið við kvinnum spældi í morgun hálvfinalu ímóti Skotlandi í kappingini um SCA meistaraheitið.

Skotland, sum hevur vunnið kappingina seinastu tvær ferðirnar, vann tey fyrstu tvey settini 25-18 og 25-23, men Føroyar mentu seg og komu afturíaftur og vunnu triðja og fjórða sett 25-22 og 25-23. 

Í javnbrótaranum gekk javnt á til 5-5, tá Skotland fór framum við tveimum stigum. Føroyar minkaðu um munin til 8-9 og 9-10, men síðani fór Skotland  framum 12-9. Nærri enn tvey komu Føroyar ikki aftur, og Skotland spældi seg til tríggjar dystarbóltar og legði seg á odda 14-11. Føroyar yvirlivdu tann fyrsta, áðrenn Skotland vann annan og settið 15-12.

Úrslitið hevur við sær, at Føroyar tí skulu spæla um bronsuna ímóti Írland kl. 17 í dag. 

Írland hevði eins og Føroyar tapt sína hálvfinalu 3-2 og 15-13 í javnbrótaranum ímóti San Marino. Tað var eitt sindur óvæntað, at Írland skuldi standa seg so væl, tí í bólkaspælinum hevði Írland tapt greitt 3-0 fyri Føroyum. Nú møtast tey aftur í bronsudystinum kl. 17.

Bronsudysturin sæst á heimasíðuni hjá Flogbóltssambandinum á www.fbf.fo

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 16:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 09:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 08:14

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57

Myndir: Voxbotn 2026

Í gjár kl. 19:17