Ongi úrslit

Fiskivinnusamstarvið við Russland: Danmark væntar ikki, at Føroyar víðka um avtaluna

Danski verjumálaráðharrin leggur fiskiveiðiavtaluna í føroyskar hendur, hóast hann ávarar um eina veruliga hóttan úr Russlandi.

© Edmund Jacobsen / Dimmalætting.
Myndin er gjørd við vitlíki.
Edmund Jacobsen
4 tímar síðan

Føroyar hava havt fiskiveiðiavtalu við Russland síðan 1977. Avtalan varð longd í fjør, hóast russiska innrásin í Ukraina hevur gjørt samstarvið nógv umrøtt.

Tvey russisk reiðarí, sum eru undir illgruna fyri njósning, vórðu tó útihýst úr føroyskum sjóøki og føroyskum havnum.

Danski verjumálaráðharrin, Jeppe Bruus, væntar ikki, at Føroyar fara at víðka um avtaluna.

– Hetta er ein tvílandaavtala, sum Føroyar hava, og hana lati eg føroyingum taka sær av, sigur hann við DR.

Russland hóttir – men avtalan stendur við

Fiskivinnusamstarvið var ikki høvuðsevnið, tá Jeppe Bruus hitti føroyska starvsbróður sín, Bárð á Steig Nielsen.

Í staðin umrøddu teir økt hernaðarligt samstarv. Ætlanin er millum annað at økja eftirlitið við F-35-herflogførum og at hava fregattir og flutningsflogfør oftari í Føroyum.

Jeppe Bruus sigur, at hóttanin úr Russlandi er verulig, og at Russland longu førir hybridkríggj móti Vesturheiminum.

Mest lisið hesa vikuna

Deyðatalið komið upp á 67

1. august kl. 11:30

Leggur ætlanir um at selja HM-rættindi á hillina

1. august kl. 10:46

Tað pínur løgtingsmannin av álvara

11 tímar síðan

49.000 fólk brustu inn í Spania

31. juli kl. 10:58

Níggju børn hava fingið endurgjald eftir COVID-19-koppseting

29. juli kl. 22:59

1,3 milliardir krónur í akkumuleraðum tapi í 6 ár, ið ongin ger nakað við

31. juli kl. 06:00