Heiðrún Lind Marteinsdóttir, stjóri í Samtök fyrirtækja í sjávarútvegi, sum er felagið fyri fyritøkur í íslendskari fiskivinnu, ávarar um, at íslendskur limaskapur í ES kann kosta Íslandi sjálvstøðuga ræðið á fleiri av landsins týdningarmestu fiskastovnum.
Í grein, sum varð almannakunngjørd 24. juni 2026, skrivar hon, at fullveldi ikki er ein kensla, men ein løgfrøðilig støða. Tað snýr seg um, hvør hevur valdið, og hvør hevur seinasta orðið.
Kann missa sjálvstøðugt samráðingarvald
Málið er serliga viðkomandi, tí Ísland í møguligum samráðingum um ES-limaskap skal verja síni áhugamál í sambandi við fleiri týdningarmiklar fiskastovnar.
Talan er millum annað um lodnu, norsk-íslendska sild, svartkjaft og makrel.
Sambært Heiðrún Lind Marteinsdóttir verður mett, at umleið ein triðingur av útflutningsinntøkunum hjá íslendsku fiskivinnuni stavar frá hesum fiskastovnum. Hon leggur afturat, at fleiri smærri samfeløg kring Ísland eru sera bundin at veiðuni eftir hesum fiskasløgum.
ES kann fáa seinasta orðið
Hon skrivar víðari, at við ES-limaskapi hevði Ísland ikki longur sjálvt samráðst sum sjálvstøðugt strandarland við onnur lond um býtið av hesum fiskastovnum. Í staðin høvdu samráðingarnar verið fluttar til ES.
Hon ávarar um, at ES í slíkum samráðingum kundi givið eftir í einum fiskastovni, sum hevur stóran týdning fyri Ísland, aftur fyri at fáa fyrimunir í øðrum fiskastovnum, sum onnur ES-lond hava størri gagn av.
Íslendingar skulu atkvøða um ES-limaskap 29. august.