Ongi úrslit

Fleiri deyð eftir eldsbruna á byggiplássi í Brússel

Orsøkin er enn ikki staðfest

Jóhanna Højgaard
14. juli kl. 17:23

Fleiri fólk eru deyð eftir ein eldsbruna, sum kyknaði tíðliga týsmorgunin á einum byggiplássi mitt í belgiska høvuðsstaðnum Brússel, boðar Reuters frá.

Enn er ógreitt, hvussu nógv hava latið lív, meðan bjargingarfólk framvegis leita eftir saknaðum arbeiðsfólkum.

Eldurin kyknaði á aðru hædd í bygninginum og breiddi seg skjótt gjøgnum eina lyftuskakt, sum gjørdi sløkki- og bjargingararbeiðið torført.

Undir leitingini funnu bjargingarfólk eitt enn ókent tal av deyðum í einari av lyftuskaktunum, upplýsa belgisku myndugleikarnir.

Sambært lokalu myndugleikunum vóru meira enn 200 arbeiðsfólk á byggiplássinum, tá eldurin kyknaði.

Flestu vórðu flutt í trygd, meðan fleiri fólk vórðu flutt á sjúkrahús við álvarsligum brunasárum. Seks fólk vóru framvegis saknaði fyrrapartin.

Eldurin kyknaði í einum bygningi undir umvæling nær Place de Brouckère í miðbýnum í Brússel. Eldurin breiddi seg síðani niður í undirjørðina gjøgnum skaktir í bygninginum, og tað gjørdi bjargingararbeiðið serliga trupult.

Sløkkiliðið hevur tikið hitamyndatól og bjargingarhundar í nýtslu fyri at leita gjøgnum bygningin, meðan myndugleikarnir halda fram við leitingini eftir teimum saknaðu.

Orsøkin til eldsbrunan er enn ikki staðfest, og belgisku myndugleikarnir hava sett eina kanning í verk.

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

22. oktober kl. 13:22

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

Í gjár kl. 12:08

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

Í gjár kl. 19:06

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:07