Ongi úrslit

Flogbóltskvinnurnar til Andorra

Flogbóltsamband Føroya
5 tímar síðan

Føroysku flogbóltskvinnurnar skulu 26. - 28. juni luttaka í eini SCA kapping í Andorra.

Ferðalagið er í dag farið við Atlantsflog til Barselona og harfrá koyra tær til Andorra.

Luttakandi liðini í hesi SCA kappingini eru Andorra, Írland, Skotland, San Marino, Malta og Liktinstein. Føroysku kvinnurnar eru komnar í innleiðandi bólk við Andorra og Írlandi.

Fríggjadagin 26. juni leika Føroyar ongan dyst, hóast fýra aðrir dystir verða tann dagin.

Føroysku kvinnurnar leggja fyri leygardagin 27. juni kl. 11.00, føroyska tíð, ímóti Írlandi. Leygardagin kl. 17.00 verður leikt ímóti Andorra.

Sunnudagin verða hálfinalur, finalur og aðrir plaseringsdystir.

Føroyska liðið er helst ein av favorittunum at vinna kappingina, har endamálið er at vinna so nógvar dystir sum gjørligt fyri at savna týdningarmikil stig á heimsstyrkilistanum.

Høvuðsvenjarin Marjan Nikolic hevur úttikið hesar leikarar til kappingina: Janna Falkvard, Rebekka Osberg Højsted, Osla Johannesen, Ingibjørg S. Müller, Anja Danielsen, Henrikka Jacobsen, Eva Gunn Niclasen, Sirið Samson, Sesilia Prior, Maria Teresea Vitalis, Jakobina Joensen og Kristina Knudsen.

Hjálparvenjarar eru Mileta Vesovic og Ognjen Nikolic.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

Í gjár kl. 15:48

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

Í gjár kl. 22:57