Um ætlanin er at fara at ferðast á Costa del Sol ella aðrastaðni í Spania, kann tað viðmælast at man kunngerð seg um støðuna við skógareldum í økinum.
Økir við skógareldum í løtuni
Fleiri app'ir finnast sum kunnu heintast niður á telefonina, og sum boða frá hvar eldar eru, so man veit hvørji økir man skal halda seg frá. Tann app'in tey flestu brúka eitur Wildfires Spania
Annars er týdningarmikið at lurtað verður eftir hvat myndugleikarnir senda út á sms og annan hátt.
Um teir fráráða at man setir seg í bilin og rýmir, er best at lurta eftir tí, hóast instinktið er at seta seg í bilin og flýggja.
Nøkur av teimum sum nú eru deyð gjørdu akkurát tað.
Tyrlur og flogfør hjá bjargingarfeløgum flúgva í løtuni í pendulfart, og royna at basa deyðuligu skógareldarnar sum beint nú eru í nøkrum økjum í Suðurspania.
Talið av hesum skógareldunum í heldur fram við at vaksa, og nærkast nú hægsta støðið fyri hesa tíðina av árinum síðani 2006.
Higartil í ár eru 324 skógareldar skrásettir.
Samanborið við tølini frá teimum seinastu 20 árunum er støðan í ár munandi hægri enn vanligt.
Lægsta talið fyri sama tíðarskeið var bert fimm skógareldar, meðan miðaltalið liggur á 102 eldum.
Fram til 8. juli í ár hevur spanska myndugleikaskrásetingin víst 313 skógareldar.