Vit eiga at fáa eina brúkara-klagunevnd í Føroyum. Tað heldur brúkaraumboðið, Rannvá Sólheim, í ársfrágreiðingini fyri í fjør, sum var liðug hendan dagin.
Hetta er nakað Brúkaraumboðið hevur víst á í fleiri ár.
– Við eini brúkaraklagunevnd, høvdu rættindini hjá brúkarunum batnað munandi, sigur brúkaraumboðið.
Í 2023 fór Brúkaraumboðið undir at skráseta spurningar umvegis telefon. Í fjør vóru tilsamans 115 skrásettir spurningar umvegis telefon.
Av teimum, snúðu 59 fyrispurningar um ábrek við vørum, ella um umvælingar, og annars snúðu teir seg um, hvørji rættindi tey hava, tá tey klagar um brek við vørum.
Brúkaraumboðið hevur ikki heimild at taka hesi málini upp, men kortini hevur Brúkaraumboðið ráðgivið tey við at vísa til lóggarverkið á økinum, soleiðis, at tey sjálvi kunnu meta um sína rættarstøðu.
Brúkaraumboðið sigur, at fólk koma ofta í eini ringa støðu, tí at eingin myndugleiki, ella klagunevnd, kann taka avgerð í slíkum málum.
– Eftir verandi skipan hevur ein brúkari, sum er komin illa fyri av einum keypi, bara ein møguleika og tað er at fara í rættin við málinum, men tað kann hetta verða bæði drúgt og kostnaðarmikið fyri brúkaran.
Tí heldur Brúkaraumboðið enn framvegis, at vit eiga at fáa bæði eina skipan við mekling og eina klagunevnd sum skal viðgera klagur frá brúkarum um keyp av vørum og tænastum.