Ongi úrslit

Fólkakirkjan: Yvir 50 milliónir krónur brúktar til prestagarðar

Fólkakirkjan hevur seinastu tíggju árini brúkt meira enn 50 milliónir krónur til viðlíkahald og dagføring av prestagørðum kring landið.

© Fólkakirkjan.
Ónagerði.
Edmund Jacobsen
5 tímar síðan

Fólkakirkjan hevur seinastu tíggju árini brúkt oman fyri 50 milliónir krónur – 50 milliónir DKK – til viðlíkahald og dagføring av prestagørðunum. Kirkjugrunnurin, sum Føroya Stiftsstjórn umsitur, eigur og rekur prestagarðarnar.

Tørvurin á ábótum var stórur, tá fólkakirkjan varð yvirtikin sum føroyskt málsøki í 2007. Prestagarðarnir vóru partur av yvirtøkuni, og fleiri teirra vóru tá í sera vánaligum standi. Longu í 2008 varð danska fyritøkan Bascon biðin um at gera eina støðulýsing av prestagørðunum. Hon skuldi vera grundarlag undir einari skipaðari dagføring.

Flestu prestagarðarnir eru dagførdir

Síðani fólkakirkjan varð yvirtikin, eru flestu prestagarðarnir dagførdir. Millum teir fyrstu vóru prestagarðarnir í Vági, á Viðareiði og á Sandi. Eisini í Fuglafirði og Tórshavn vóru stórar avbjóðingar, og í løtuni er stórarbeiði í gongd á Tvøroyri.

Almennu Føroyar rindaðu ein minni part av dagføringunum fyrstu árini. Hetta var endurgjald fyri, at fólkakirkjuni politiskt varð álagt at yvirtaka prestagarðarnar í sera vánaligum standi.

18 prestafamiljur búgva í prestagarði

Fólkakirkjan eigur 20 prestagarðar, og í løtuni búgva prestafamiljur í 18 teirra. Kirkjubókaførandi sóknarprestar hava bústaðarskyldu, og prestagarðarnir skulu tí vera á einum nøktandi støði sum bæði bústaður og arbeiðspláss.

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingsmaður noktar at tosa enskt tá ið hann fer á matstovu í Føroyum

5. august kl. 11:58

Nógvur ófriður í nátt - løgreglan hevur havt fleiri í brummuni

8. august kl. 08:24

67 ára gamli musikkhandilin, Simme Musikkhús í vanda fyri at lata aftur!

8. august kl. 12:03

Sjúkrabilar og brandbilar høvdu ikki fingið koyrt fyri parkeraðum bilum

Í gjár kl. 08:19

Fekk bót tí at hann hevði ikki rætta koyrikortið

15 tímar síðan

Løtumyndir-Rasmus Seebach

7. august kl. 21:21