Ongi úrslit

Fór ígjøgnum Eysturoyartunnilin - á el-rennihjóli

Áki Bertholdsen
7 tímar síðan

Um hann var á veg heim á ólavsøku og ikki fekk fart, sigur søgan einki um. Men mitt í nátt tók løgreglan ein mann mitt í Eysturoyartunlinum. Hann varð tikin tí hann var á veg ígjøgnum tunnilin á el-rennihjóli.

Annars er tað bara loyvt at fara ígjøgnum tunnilin í bili ella á motorsúkklu, men um trý tíðina í nátt ringdu fólk, sum koyrdu ígjøgnum tunnilin, at melda, at ein var á veg ígjøgnum tunnilin á el-rennihjóli.

Løgreglan sá eisini á vakmyndatólinum hvar hann var staddye, so tey fóru eftir honum og tóku hann upp mitt inni í tunlinum. Tey koyrdu hann til hús, men hann fær bót fyri at fara ígjøgnum tunnilin á el-rennihjóli. Hann fær eisini bót fyri at koyra á el-rennihjóli yvirhøvur, tí tey eru forboðin í Føroyum.

Verða fólk tikin á el-rennihjóli, er treytin, at hald verður lagt á tað og fólk fáa tað ikki aftur.

Tað er hvørk loyvi at ganga, renna ella at súkkla í gjøgnum Eysturoyartunnilin og tað er heldur ikki loyvt at koyra ígjøgnum hann á prutli ella skutara.

Mest lisið hesa vikuna

Evni: Tvær opnar áheitanir um Biscayen og rættin at vera sjónligur í Havn

24. juli kl. 08:52

Bønarløta á Oyggjarvegnum

27. juli kl. 14:18

Sigmundur Mørkøre: Vil heldur broyta Føroyar enn flyta av landinum

26. juli kl. 11:00

Myndir: Faroe Pride 2026

28. juli kl. 10:30

Tað er lætt at gita, men betri at vita, Astrið

27. juli kl. 10:06

Tórsfest - Benjamin Hav: - Eg kenni meg longu sum føroying

26. juli kl. 13:30