Samstundis hevði samtakið eitt ársúrslit eftir skatt á 38,4 milliónir krónur í 2025.
Úrslitið er góðar fimm milliónir krónur hægri enn í 2024, tá ið avlopið var 33,1 milliónir krónur eftir skatt. Nevndin sigur, at samtakið stendur á einari tryggari fíggjarligari grund bæði í rakstri og gjaldføri.
Sterk fíggjarstøða hjá samtakinum
Við árslok 2025 hevði Føroya Tele 519,1 milliónir krónur í eginpeningi. Grundað á hesa fíggjarstøðuna mælti nevndin til at útluta 50 milliónir krónur til eigaran, Føroya Landsstýri. Aðalfundurin samtykti uppskotið.
– Samanumtikið kunnu vit staðfesta, at Føroya Tele, sum fyllir 120 ár 19. november í ár, er í sera góðum formi, sigur Bjarni Arnason, nevndarformaður í samtaksnevndini.
Nevndin heldur fram óbroytt
Allir nevndarlimirnir halda fram eftir aðalfundin. Bjarni Arnason heldur fram sum formaður, meðan Johnni M. Poulsen heldur fram sum næstformaður.
Í nevndini sita eisini Lena L. Mohr og Annbritt Tummasdóttir Andersen, sum eru tilnevnd av landsstýrinum. Starvsfólkavaldir nevndarlimir eru Ólavur Simonsen, Finnbjørn Simonsen og Janus Djurhuus.