Ongi úrslit

Føroyar og Grønland dagføra fiskiveiðisamstarv: Nýggjur sáttmáli skal fyri Løgtingið

Føroyar og Grønland hava skriva undir nýggjan rammusáttmála um  fiskiveiðisamstarv, sum skal leggjast fyri Løgtingið í heyst.

© Uttanríkis - og Fiskimálaráðið.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Føroyar og Grønland hava skriva undir nýggjan sáttmála um fiskiveiðisamstarv. Sáttmálin varð undirritaður í Føroyum fríggjadagin 26. juni av Bárði á Steig Nielsen, uttanríkis- og fiskimálaráðharra, og Peter Borg, fiskimálaráðharra í Grønlandi.

Dagføring av sáttmála frá 1997

Nýggi sáttmálin er ein dagføring av rammusáttmálanum frá 1997. Hann ásetur meginreglurnar fyri fiskivinnusamstarvinum millum londini.

Tær týdningarmestu ásetingarnar snúgva seg um kvotuflytingar, atgongd, eftirlitssamstarv og vinnuligt samstarv á fiskivinnuøkinum.

Sáttmálin leggur eisini dent á vísindaliga grundaða umsiting av fiskastovnum og samstarv um havlívfrøði og havumhvørvi.

Skal viðgerast í Løgtinginum

Viðurskiftini í sáttmálanum verða viðgjørd í árligu samráðingunum millum Føroyar og Grønland.

Bárður á Steig Nielsen sigur, at fiskiveiðisamstarvið millum londini hevur langa søgu og stóran týdning fyri bæði londini. Hann vónar, at nýggi sáttmálin verður karmur um eitt víðkað samstarv í framtíðini.

Peter Borg sigur, at Føroyar eru ein týdningarmikil samstarvsfelagi hjá Grønlandi á fiskivinnuøkinum. Hann sigur eisini, at tað er týdningarmikið at dagføra karmin um samstarvið, so hann verður framtíðartryggjaður.

Sáttmálin verður lagdur fyri Løgtingið sum uppskot til samtyktar í heyst.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 16:48

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 10:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 23:57

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

Í gjár kl. 12:49