Danska stjórnin letur nú upp fyri, at Føroyar og Grønland kunnu fáa størri vald í uttanríkispolitikki. Men ætlanin kann enda í einum løgfrøðiligum stríði um, hvar markið í grundlógini gongur, skrivar DR.
Nýggj tulking heldur enn broyting
Bæði grundlógin og grønlendska sjálvstýrislógin siga, at danska stjórnin hevur ábyrgdina av uttanríkis- og trygdarpolitikki fyri alt kongaríkið. Tí tykist ætlanin nú vera at royna tulkingina av grundlógini heldur enn at broyta hana.
Ein úrskurður í september gav Føroyum viðhald í, at Føroyar kunnu vera limur í WTO í egnum navni uttan at bróta grundlógina. Danska stjórnin vil nú brúka úrskurðin sum grundarlag fyri at geva Føroyum og Grønlandi størri uttanríkispolitiskt rásarúm.
Beinir vil hava limaskap
Beinir Johannesen, løgmaður, sigur sambært DR, at málið fyrst og fremst er at geva Føroyum betri møguleikar at gerast limur í altjóða felagsskapum.
– Tá vit tosa um uttanríkispolitiskt vald, snýr tað seg um størri møguleika at gerast limur í ymiskum felagsskapum, til dømis WTO, Norðurlandaráðnum, IOC, NEAFC og NAFO, har vit kunnu røkja okkara áhugamál, sigur hann við DR.
Hvat heldur umheimurin?
Ulrik Pram Gad, seniorgranskari á Dansk Institut for Internationale Studier, ávarar tó um, at fleiri altjóða felagsskapir vanliga bara taka upp sjálvstøðug lond.
Spurningurin er tí ikki bara, hvat ríkisfelagsskapurin kann góðtaka, men eisini hvat umheimurin góðtekur.