Ongi úrslit

Føroyar skriva søgu í ST: Brekrættindi sett á altjóða dagsskrá

Føroyar hava á fyrsta sinni luttikið á heimsins størstu altjóða ráðstevnu um rættindini hjá fólki, ið bera brek.

Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Føroyar luttóku dagarnar 9.–11. juni á ST-ráðstevnuni COSP19 í New York. Hetta var fyrstu ferð, at Føroyar vóru við á ráðstevnuni, sum er størsta altjóða samkoman um rættindini hjá fólki, ið bera brek.

Margit Stórá, landsstýriskvinna, helt innleggið hjá Kongaríkinum Danmark í høvuðssalinum hjá ST. Hon legði dent á luttøku, javnrættindi og týdningin av, at fólk, ið bera brek, fáa eina sterka rødd í samfelagnum.

Føroyar vóru vertir fyri norðurlendskum tiltaki

Føroyar og Danmark vóru eisini vertir fyri einum norðurlendskum síðutiltaki um virkna samfelagsluttøku hjá ungum, ið bera brek.

Margit Stórá helt setanarrøðuna. Seinni bjóðaðu Føroyar og Danmark umboðum úr Norðurlondum, Baltisku londunum, ST og altjóða áhugafelagsskapum til móttøku.

Hon hevði eisini fundir við íslendska almanna- og bústaðarmálaráðharran, Ragnar Þór Ingólfsson, og bretska ráðharran Sir Stephen Timms. Tey umrøddu Breksáttmálan, sosialar tænastur og felags avbjóðingar.

Ítróttur kann skapa broytingar

Margit Stórá var eisini høvuðsrøðari á einum altjóða tiltaki um ítrótt og sosialar broytingar. Hon vísti á, at ítróttur kann fremja javnstøðu, felagsskap og inklusjón.

Føroyska sendinevndin vitjaði harumframt felagsskapir í New York, sum arbeiða við bústaðarloysnum, arbeiðsluttøku og sjálvstøðugum lívi hjá fólki, ið bera brek.

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

11. juni kl. 10:25

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

12. juni kl. 12:14

Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

9 tímar síðan

Oddmar Færø farin

12. juni kl. 21:07

Bilur koyrt útav í Kollafirði

13. juni kl. 00:02

Løtumyndir - Country & Bluesfestivalurin

13. juni kl. 17:27