Tað endaði 2-2, tá ið Slovakia og Føroyar í Košice í Slovakia í kvøld spældu næstsíðsta dystin í
hesi Nations League kappingini. Mánadagin fara Føroyar á Tórsvølli ímóti Moldova at spæla finalu um næstfremsta plássið í bólkinum. Higartil hava Føroyar í øllum fimm dystunum í hesi kappingini verið partur av javnleikum. Um tað skal eydnast Føroyum at vinna næstfremsta plássið og harvið rættin til í mars at spæla røkk ella støkk dyst um uppflyting, so er treytin, at tað eydnast at vinna fulla úrtøku mándagin ímóti Moldova, sum fyrr í dag vann 2-1 á heimavølli ímóti Kasakstan.
Slovakia er nummar 45 á FIFA styrkislistanum, og Føroyar eru nummar 123. Tí er 2-2 á heilt góðari leið, men hvørki spælararnir ella venjararnir eru heilt nøgdir, nú teir rigga til at fara á flog úr Slovakia.
-Kenslan er, at vit høvdu møguleika at vinna, hóast vit ikki spældu væl í fyrra hálvleiki. Vit høvdu møguleikar at økja um leiðsluna til 3-1, men tíverri høvdu vit ikki marginalirnar við okkum. Um tað tá hevði eydnast at skora heldur enn at bólturin var bæði á tvørtrænum og stólpanum, so høvdu vit ivaleyst vunnið, heldur Eyðun Klakstein.
-Vit plagdu at halda tætt í verjuni, men hesar seinastu ferðirnar eru ov nógv mál farin ígjøgnum. Um tað eydnast at vinna mánadagin, so verður talan um tveir røkk og støkk dystir mánadagin, og tað gleða vit okkum til saman við vónandi mest sum fullsettum Tórsvølli, sigur Eyðun Klakstein.
Dysturin í kvøld var søguligur á tann hátt, at hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at Føroyar hava spælt seks landsdystir á rað uttan at tapa. Føroyar vunnu í summar í Balti Cup 1-0 ímóti Lettlandi, og síðani er tað fimm ferðir endað javnt.
Í fyrra hálvleiki vóru føroyingarnir ofta undir trýsti, men kortini var tað 1-1, tá ið tað varð bríkslað fyri hvíldini. Beinanvegin eftir steðgin løgdu Føroyar seg á odda 2-1, og so høvdu Føroyar fleiri góð álop, sum vóru heilt tætt við at geva fleiri føroysk mál. Bólturin var bæði á tvørtrænum og stólpanum, men so øktist heimatrýstið, og tí var einki at siga til, at tað endaði 2-2.
-Vit hava eitt sindur blandaðar kenslur, tí vit vóru ikki góðir í fyrra hálvleiki, tá ið teir løgdu seg á odda, og tá ið tað var tætt við, at teir øktu um leiðsluna. Men so vunnu vit brotsspark og fingu undir steðginum skipað okkum av nýggjum. Eftir steðgin vunnu vit okkum til fleiri møguleikar, sum kundu borið fleiri mál við sær, men nú er tað hugaligt at fara heim at spæla avgerandi dyst mánadagin. Vónandi vera tað nógvir áskoðarar kring vøllin, sigur Viljormur Davidsen í samrøðu við Trónd Arge í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.
Viljormur Davidsen javnaði til 1-1 við brotssparki, sum Jákup Biskopstø vann. Hetta var áttanda málið hjá liðformanninum, sum í kvøld var fyri 97. ferðina á landsliðnum. Sjey av málunum eru skorað við brotssparki, og nú er Viljormur á skjúttaralistanum undir liðini á Una Arge og Jóan Símun Edmundsson.
Todi Jónsson hevur skorað níggju mál, og Rógvi Jacobsen og Klæmint A. Olsen eru framvegis ovastir á listanum við 10 málum.
Áki D. Samuelsen legði beinanvegin eftir steðgin Føroyar framum 2-1. Tað var mitt fyri og úr stuttari fjarstøðu, at hann setti bóltin í málið eftir framúr uppspæl í vinstru, har Hanus Sørensen átti sendingina til Petur Knudsen, sum snilt snaraði mótstøðumann av sær, áðrenn hann úr eitt sindur spískum royndi at senda bóltin í handara síðunetið.
Hetta var aðru ferð, at Áki D. Samuelsen, sum í kvøld var fyri sjeyndu ferð á landsliðnum, var málskjútti. Fyrra málið skoraði hann 26. september, tá ið hann í 2-2 dystinum legði Føroyar framum 1-0.
Tá ið Slovakia legði seg á odda var tað eftir innlegg úr vinstru og ikki sannførandi verjuspæl, og tá ið teir javnaðu til 2-2, var tað eisini eftir innlegg úr vinstru.
Slovakia – Føroyar 2-2 (1-1)
Nations League Group C3
Fríggjadagin 13. november 2026 klokkan 19.45 á Košická Futbalová Aréna í Košice
1-0: Erik Prekop 17.
1-1: Viljormur Davidsen br 30.
1-2: Áki D. Samuelsen 47.
2-2: Lukáŝ Haraslin 74.
Dómari: Mohammad Al-Emara úr Finnlandi
Føroyar: Mattias H. Lamhauge Strømsgodset IF – Jóannes K. Danielsen KÍ, Odmar Færø KÍ, Gunnar Vatnhamar Vejle BK, Andrias Edmundsson Hellas Verona FC, Viljormur Davidsen NSÍ – Áki D. Samuelsen Mjällby AIF (Poul Kallsberg Hillerød Fodbold, 65.), Géza Dávid Turi Grimsby Town FC (Jóannes Bjartalíð FC Kyzylzhar 65.), Jákup Biskopstø KÍ, Hanus Sørensen NK Aluminij Kidricevo (Adrian Justinussen AC Horsens, 65.) – Petur Knudsen NSÍ (Meinhard Egilsson Olsen NSÍ, 80.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Bárður á Reynatrøð Víkingur, Ari í Haraldsstovu Petersen ÍBV, Samuel Johansen Chukwudi SV Ried, Arnbjørn Svensson Víkingur, Jann Benjaminsen NSÍ, Ási P. Dam HB, Mattias Hellisdal Vesterås SK, Aron Benjaminsen Hearts FC
Gult kort: Petur Knudsen, Jóannes K. Danielsen, Andrias Edmundsson
Venjari: Eyðun Klakstein
Hjálparvenjari: Atli Gregersen