Samstundis fær Almannaverkið møguleika at seta ein sosialan samskipara til bústaðirnar.
Lógaruppskotið er lagt fram av Margit Stórá, landsstýriskvinnu í almanna- og bústaðamálum, og snýr seg um bráðfeingis bústaðir og serreglur á almannaøkinum fyri ukrainar, sum eru flýddir undan krígnum.
Landsverk fær víðkaðar heimildir
Við nýggju lógini fær Landsverk greiðari heimild at útvega bygningar og høli til bráðfeingis bústaðir. Stovnurin fær eisini heimild at gera bústaðirnar klárar, halda teimum við líka og áseta karmarnar rundan um skipanina.
Endamálið er at tryggja bústaðarmøguleikar til ukrainar, sum ikki hava annan hóskandi bústað.
Sosialur stuðul til búgvandi
Almannaverkið fær samstundis heimild at seta ein sosialan samskipara, sum skal veita teimum búgvandi ráðgeving, hjálp og stuðul. Harumframt fær landsstýrisfólkið í almannamálum heimild at tillaga ymiskar almennar skipanir, so tær eisini kunnu lofta teimum burturriknu ukrainunum.
Landsverk leigar longu gamla Barnaheimið til bráðfeingis bústaðir. Í løtuni búgva 16 ukrainar á staðnum.