Maria setti tvey føroysk met á DM á breyt. Hon rann 400 metrar upp á 56,94 sekund og gjørdist fyrsta føroyska kvinnan, sum hevur runnið teinin undir 57 sekund uttandura.
Hon vann eisini silvur í 400 metra rimarenning við 1:00,35 og betraði sítt egna føroyska met.
Julian vann silvur í 3.000 metra forðarenning við 9:10,61. Tíðin var bert tvey sekund frá føroyska metinum. Rutt Gregersen vann bronsu á 5.000 metrum við persónliga metinum 17:58,30.
Sterk úrslit á ólavsøku
Treysti hevði eisini størstu luttøkuna í fleiri ár í Ólavsøkurenningini.
Rutt vann kvinnukappingina við 18:18, meðan Rebekka gjørdist nummar trý. Julian vann mansrenningina við 14:57 og setti nýtt rutumet.
Á FM vunnu fleiri ungdómsíðkarar hjá Treysti eisini heiðursmerki. Millum annað vann Pætur Jógvansson tríggjar greinar, meðan Emily Thomsen vann 60 metra rimarenning.