Ongi úrslit

Føroyskt vinnulív í framgongd: Fleiri vinnugreinar settu met í 2025

Aling, botnfiskur, ferðavinna, KT og shipping standa sterkari, og fleiri føroyskar vinnugreinar høvdu eitt gott ár í 2025.

© Visit Faroe Islands.
Ferðavinnan setti eisini met í 21025. Umleið 130.000 ferðafólk vitjaðu Føroyar í 2025 og løgdu eftir seg útvið 1,3 milliardir krónur.
Edmund Jacobsen
6 tímar síðan

Føroyska vinnan hevði í høvuðsheitum eitt gott ár í 2025. Fleiri vinnugreinar vuksu, settu met og styrktu støðuna hjá Føroyum sum útflutningslandi, skrivar Føroya Arbeiðsgevarafelag í seinastu ársfrágreiðingini, sum kom út fyrr í mánaðanum.

Serliga alivinnan, botnfiskivinnan, ferðavinnan, KT-vinnan og shippingvinnan høvdu jaliga gongd.

Aling og botnfiskur lyftu útflutningin

Tøkan av føroyskum laksi var methøg í 2025. Hon var góð 115.000 tons, samanborið við umleið 89.500 tons í 2024. Tað er ein vøkstur á góð 29 prosent.

Útflutningsvirðið av alilaksi var eisini methøgt og var slakar 6,2 milliardir krónur. Tað svaraði til umleið 45 prosent av samlaða føroyska fiskavøruútflutninginum.

Botnfiskivinnan hevði eisini eitt søguliga gott ár. Útflutningsvirðið av toski, hýsu og upsa vaks úr umleið 1,5 milliardum krónum í 2024 til góðar 2,1 milliardir krónur í 2025. Tað er ein vøkstur á 42 prosent og hægsta virðið nakrantíð fyri hesi fiskasløgini.

Ferðavinna, KT og shipping styrktust

Ferðavinnan setti eisini met í umsetningi. Umleið 130.000 ferðafólk vitjaðu Føroyar í 2025 og løgdu eftir seg útvið 1,3 milliardir krónur. Verður stutttíðarleiga tald við, var samlaði umsetningurin oman fyri 1,4 milliardir krónur.

KT-vinnan heldur fram at vaksa og hevur ein týðandi leiklut í talgildingini og í menningini av einum nútímans føroyskum undirstøðukervi.

Shippingvinnan er eisini í vøkstri. Virksemið hjá føroyska handilsflotanum heldur fram at økjast. Nýggj skip eru á veg, og vinnan skapar bæði útflutningsinntøkur, arbeiðspláss og vitanarstørv á sjógvi og landi.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 16:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 09:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 08:14

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57

Myndir: Voxbotn 2026

Í gjár kl. 19:17