Føroya Arbeiðsgevarafelag heitir nú á fólk um at skjóta virki ella einstaklingar upp til heiðurin Vinnuátakið 2026. Heiðurin verður latin á Vinnudegnum fríggjadagin 18. september.
Tað ber til at skjóta upp eitt átak, sum tú hevur sæð, lisið um ella arbeitt við. Tað er eisini loyvt at tilnevna eitt átak, sum títt egna virki hevur staðið fyri.
Dómsnevndin fær ikki navnini
Heiðurin verður latin virki ella einstaklingi, sum hevur framt eitt serligt vinnuligt átak. Tað kann vera ein nýskapandi verkætlan, ein langtíðartilgongd ella ein ítøkilig loysn, sum hevur flutt mørk og skapað nýggjar møguleikar.
Átakið kann eisini snúgva seg um grønt skifti, nýggjan framleiðsluhátt, trivnað ella samfelagsliga ábyrgd. Dómsnevndin fær ikki at vita, hvør hevur sent uppskotini inn.
Í fjør fekk Atlantic Airways Aviation Academy heiðurin.