Ongi úrslit

Føroyskur kappróður heiðraður: Kappróðrarfamiljan savnaðist um ársins avrik

Róðrarsamband Føroya heiðraði bæði framúr ítróttaravrik og trúføst sjálvboðin, tá fyrsta Heiðursløtan varð hildin undan Róðrarveitsluni 2026.

© Róðrarsamband Føroya
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Havnarbáturin fekk heiðurin fyri Ársins start eftir eksplosiva startin á Norðoyastevnu. Longu eftir fáum tøkum hevði báturin vunnið sær eina hálva bátslongd á kappingarneytunum. Starturin legði lunnar undir sigurin.

Fípan Fagra varð heiðrað fyri Ársins áralag í kappingini hjá 5-mannaførum við kvinnum. Manningin varð róst fyri long, kraftmikil og væl samansjóðað tøk gjøgnum alt kappingarárið.

Strálan vendi gongdini

Strálan fekk heiðurin fyri Ársins comeback. Eftir eina trupla byrjan mentist manningin nógv og vann tríggjar FM-stevnur á rað.

Ormurin Langi fekk heiðurin fyri Ársins endaspurt. Á Norðoyastevnu át báturin seg støðugt inn á Havnarbátin og var bert fáar metrar frá at venda róðrinum til sigur.

Froðbiar Sóknar Róðrarfelag varð ársins felag

Froðbiar Sóknar Róðrarfelag varð kosið Ársins felag. Felagið hevur havt fleiri virknar manningar, góð úrslit og eitt sterkt sjálvboðið bakland. Samstundis hevur felagið savnað børn, ung, vaksin og familjur um kappróðurin.

Sonja Kjølbro úr Klaksvíkar Róðrarfelag varð kosin Ársins eldsál fyri sítt drúgva og ósjálvsøkna arbeiði.

Hans Petur Hansen fekk heiðursskjal

Hans Petur Hansen úr Kappróðrarfelagnum NSÍ fekk Heiðursskjal Róðrarsambands Føroya. Hann hevur verið virkin í felagnum síðan 1986 og hevur millum annað verið formaður, verið við til at byggja neystið og hjálpt fleiri ættarliðum av rógvarum.

Við Heiðursløtuni ynskir Róðrarsamband Føroya at skapa eina nýggja siðvenju, sum varpar ljós á bæði avrikini á fjørðinum og arbeiðið, ið verður lagt í føroyskan kappróður á landi.

Mest lisið hesa vikuna

Deyðatalið komið upp á 67

Í gjár kl. 11:30

Leggur ætlanir um at selja HM-rættindi á hillina

Í gjár kl. 10:46

Bønarløta á Oyggjarvegnum

27. juli kl. 14:18

49.000 fólk brustu inn í Spania

31. juli kl. 10:58

Níggju børn hava fingið endurgjald eftir COVID-19-koppseting

29. juli kl. 22:59

1,3 milliardir krónur í akkumuleraðum tapi í 6 ár, ið ongin ger nakað við

31. juli kl. 06:00