Ongi úrslit

Forsetavitjan hjá Sev: Halla Tómasdóttir spurdi um føroyska orkuskiftið

Íslendski forsetin vildi vita, hvussu Føroyar arbeiða við vindorku, battarískipanum og sjóvarfalsorku.

© Sev.
Edmund Jacobsen
6 tímar síðan

Íslendski forsetin Halla Tómasdóttir nýtti vitjanina hjá Sev til at seta spurningar um føroyska orkuskiftið og leiðina fram ímóti sjálvbjargnari og burðardyggari elveiting.

Hon er í hesum døgum á almennari vitjan í Føroyum saman við manni sínum, Bjørn Skúlason, og einum fylgi av íslendskum vinnulívsfólki. Løgmaður er vertur fyri vitjanini.

Vindorka og battarískipanir vaktu áhuga

Sambært Sev var forsetin serliga áhugað í vindorku, battarískipanum og sjóvarfalsorku. Hon spurdi eisini, hvussu long tíð tað tekur at fáa eina vindmyllulund í Føroyum frá avgerð um staðseting til virkna framleiðslu.

Í Íslandi eru tey nýliga farin at byggja út við vindorku.

Sev greiddi frá orkuskiftinum

Haraldur Hammer, nevndarformaður, tók ímóti. Hákun Djurhuus, stjóri, beyð vælkomin, og Terji Nielsen, menningarleiðari, legði fram og svaraði spurningum.

Áðrenn forsetin fór víðari til Eysturoyar og haðani til Klaksvíkar, segði hon:

– I’m impressed – well done!

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57