Forseti Íslands, Halla Tómasdóttir, og maður hennara, Björn Skúlason, vitjaðu mikudagin Hugskotið í Havn.
Vitjanin var partur av almennu vitjanini hjá forsetanum hjá Tórshavnar kommunu. Løgmaður og borgarstjórin í Tórshavn vóru eisini við í ferðalagnum. Tað skrivar Hugskotið á LiknkedIn.
Føroysk nýskapan víst fram
Í Hugskotinum greiddu Sóley Heradóttir Hammer og Súsanna Laursen frá føroyska íverksetara- og nýskapanarumhvørvinum.
Tær greiddu eisini frá arbeiðinum hjá Hugskotinum og frá tí stuðli, sum íverksetarar fáa frá fyrstu hugskotunum til vøkstur og altjóða sambond.
Forsetin og sendinevndin hittu eisini íverksetarar og fyritøkur, sum húsast í Hugskotinum.
Altjóða sambond í miðdeplinum
Olavur Ellefsen legði fram um Usable, sum sambært Hugskotinum hevur stórar altjóða ætlanir.
Eisini varð greitt frá Tonik, altjóða ráðstevnuni fyri tøkni og list. Sambært Hugskotinum hevur Tonik styrkt sambandið millum føroyska og íslendska íverksetara- og nýskapanarumhvørvið.
Fleiri íslendskir røðarar, listafólk, íverksetarar og sendinevndir hava gjøgnum árini verið partur av Tonik. Hugskotið lýsir vitjanina sum heita, gevandi og týdningarmikla.