Ongi úrslit

Frakland í hægstu tilbúgving: 70.000 løgreglufólk skulu forða fyri nýggjum ófriði

Hundraðtúsundtals fólk verða væntað á gøturnar í Fraklandi. Eitt deyðiligt álop hevur økt óttan fyri nýggjum harðskapi.

© Chris Karidis / Unsplash.
París fyrireikar seg til tað ringasta. Handilsfólk seta træplátur fyri vindeyguni, meðan 70.000 løgreglufólk kring Frakland eru sett at forða fyri nýggjum ófriði.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Fronsku myndugleikarnir hava sent 70.000 løgreglufólk á gøturnar, nú landið fyrireikar seg til enn ein dag við stórum mótmælum. DR skrivar, at óttin fyri nýggjum ófriði er vaksin eftir eitt álop, har ein persónur varð skotin til deyðis og fýra onnur vórðu særd.

Emmanuel Macron, forseti Fraklands, hevur lýst hendingina sum eina rasistiska yvirgangsatsókn.

Myndugleikarnir vænta, at fleiri hundraðtúsund fólk fara at mótmæla kring landið.

Handlar verða vardir og metrostøðir stongdar

Í París hava handilsfólk sett træplátur fyri vindeyguni fyri at verja handlarnar móti herverki og ránum.

Samstundis verða 24 metrostøðir í høvuðsstaðnum stongdar, og fleiri fótbóltsdystir eru útsettir.

Løgreglan hevur eisini vatnkanónir, brynjað akfør, tyrlur og serdeildir til taks.

Sambært Stéphanie Surrugue, altjóða tíðindafólki hjá DR, óttast nógv, at deyðiliga álopið kann fáa støðuna at versna.

Mótmælini savna fleiri ymiskar bólkar, sum eru ónøgdir við politisku og sosialu viðurskiftini í landinum.

Teirra millum eru Gulu vestarnir, fakfeløg og lesandi, sum mótmæla hækkandi livikostnaði, lágum lønum, almennum sparingum og versnandi viðurskiftum í skúlaverkinum.

Landsfundur hjá Marine Le Pen økir um spenningin

Mótmælini falla saman við landsfundinum hjá høgravenda flokkinum Rassemblement National.

Myndugleikarnir vænta, at millum 20.000 og 30.000 fólk fara at mótmæla landsfundinum.

Marine Le Pen hevur funnist at Emmanuel Macron fyri handfaringina av ófriðinum seinastu vikurnar. Hon hevur eisini lagt ytsta vinstraflokkin undir at rættvísgera harðskapin.

Landsfundurin kann sostatt økja um spenningin, meðan fronsku myndugleikarnir royna at forða fyri nýggjum samanbrestum.

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

Í gjár kl. 13:22

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

23 tímar síðan

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

Í gjár kl. 19:06

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:07