Ongi úrslit

Fróðskaparsetrið: Noomi í Dali heiðrað fyri 25 ára arbeiði

Mikudagin 13. mai varð hugnaløta hildin á Námsvísindadeildini hjá Fróðskaparsetri Føroya í sambandi við, at Noomi í Dali hevði 25 ára starvsdag sum undirvísari í handarbeiði.

© Fróðskaparsetur Føroya.
V.m. Kalpana Vijayavarathan, dekanur á Námsvísindadeildini, Noomi í Dali, námslektari í handarbeiði, og Martin Tvede Zachariasen, rektari.
Edmund Jacobsen
14. mai kl. 09:00

Noomi í Dali hevur starvast á Setrinum síðani tíðina, tá stovnurin æt Føroya Læraraskúli. Starvsfelagar og leiðsla heiðraðu hana við felagssangi, røðum og ábiti í lon 7 á Frælsinum, har hon undirvísir til dagligt.

Rektarin: Ein av fremstu serfrøðingunum

Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, takkaði Noomi í Dali fyri trúfesti og arbeiðið gjøgnum nógv ár.

– Tú ert ein av fremstu serfrøðingunum í føroyskum handarbeiði og føroyskari siðvenju í sambandi við handarbeiði, segði rektarin millum annað.

Hann vísti eisini á, at Noomi í Dali hevur verið við til at menna bæði undirvísingina og fakøkið á Setrinum.

Læraralesandi sýndu fram arbeiði

Karmurin um hátíðarhaldið var ein framsýning við arbeiðum, sum læraralesandi á handarbeiðslinjuni høvdu gjørt.

Kalpana Vijayavarathan, dekanur á Námsvísindadeildini, helt eisini røðu fyri Noomi í Dali.

– Vegna alla deildina takki eg tær fyri tín eldhuga, listaliga dugnaskap og mongu løturnar, sum hava ríkað hesa deildina og alt Setrið, segði dekanurin millum annað.

Sí fleiri myndir á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetur Føroya

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

Í gjár kl. 15:48

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57