Ongi úrslit

Fýra ár til Høiby

Jóhanna Højgaard
6 tímar síðan

Marius Borg Høiby, elsti sonur Mette-Marit krúnprinsessu, er í rættinum í Oslo dømdur fýra ára fongsulsrevsing. Dómurin fellur eftir eina umfatandi kanning, sum hevur skakað norska kongshúsið.

Rætturin fann Høiby sekan í tveimum førum av neyðtøku, umframt vald í nærsambandi móti fyrrverandi damu sínari, Noru Haukland. Dómurin fevnir harafturat um hóttanir og brot á narkotika- og ferðslulógina.

Høiby stóð upprunaliga yvir fyri umleið 40 ákærupunktum, harímillum fýra neyðtøkum. Rætturin valdi tó at frídøma hann fyri tvær av neyðtøkuákærunum, tí tað vantaðu nøktandi prógv fyri, at samtykki manglaði.

Høiby hevur undir málinum noktað seg sekan í neyðtøku, men hann hevur partvíst játtað valdið móti fyrrverandi damuni, umframt varðveitslu og flutning av hasshi.

Hóast tann 29 ára gamli Høiby er vaksin upp tætt at kongaligu familjuni sum stúvsonur Haakon krúnprins, hevur hann ongantíð havt alment kongaligt heiti, ella arvarætt til krúnuna.

Kongshúsið hevur frá fyrsta degi sagt at Høiby stendur til svars fyri sínar gerðir, á jøvnum føti við allar aðrar borgarar.

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

11. juni kl. 10:25

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

12. juni kl. 12:14

Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

9 tímar síðan

Oddmar Færø farin

12. juni kl. 21:07

Bilur koyrt útav í Kollafirði

13. juni kl. 00:02

Løtumyndir - Country & Bluesfestivalurin

13. juni kl. 17:27