Ongi úrslit

Fýra bilførarar mugu taka koyrikortið av nýggjum

Áki Bertholdsen
4. juli kl. 11:19

Í gjár gjørdi løgreglan ferðslukanningar ymsastaðnia meginøkinum. Og tað mundi verða tiltrongt, tí fýra bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt - og teir koyrdu allir so skjótt, at teir mistu koyrikortið.

Ein nilførari varð tikin fyri at koyra heili 130 kilometrar um tíman á einum strekki har tað er loyvi at koyra 80. Her var talan um ein ungan bilførara, sum hevði havt koyrikortið í styttri enn trý ár og tá skal lítið til fyri at missa koyrikortið.

Sostatt fekk hesin bilførarin koyriforboð. Tað merkir, at hann sleppur ikki at koyra bil aftur fyrr enn hann hevur tikið koyrikortið av nýggjum. Harumframt fær hann 3.500 krónur í bót.

Annars vórðu tveir biførarar tiknir fyri at koyra ávikavist 83 og 84 á einum strekki oman fyri Kvívík har tað er loyvt at koyra 60 og tað er eisini nokk tl at missa koyrikortið treytað. Sostatt mugu teir taka koyrikortið um aftur, annars missur hann tað heilt.

Teir fáa eisini ávikavist 2.000 krónur og 2.500 krónur í bót.

Og somuleiðis varð ein bilførari tikin fyri at koyra 83 við Norðskála á einum strekki har tað er loyvt at koyra 60, og hann missur eisini koyrikortið treytað, umframt at hann fær 2.000 krónur í bót.

 

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

22. oktober kl. 13:22

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

Í gjár kl. 12:08

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

22. oktober kl. 19:06

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:07