Løgreglan gjørdi í gjár ferðmátingar Millum Fjarða og í Fuglafirði.
Fýra bilførarar vórðu í tí sambandi tiknir fyri at koyra ov skjótt, og allir fingu klipp í koyrikortið umframt eina bót.
Tríggir av teimum koyrdu millum 106 og 107 km um tíman, meðan tann fjórði var máldur til 74 km um tíman, innan fyri bygt øki.