Flogfør til Føroya seinkað í dag
Í dag er greytasvart í mjørka, og tað er tað eisini á flogvøllinum í Vágum.
Úrslitið er, at í løtuni sveima tvey flogfør hjá Atlantsflogi uppi yvir flogvøllinum, annað er komið úr Keflavík og hitt er komið úr Oslo.
Eitt flogfar hjá SAS var eisini á veg til Føroya, men tað vendi við mitt ímillum Føroyar og Hetland.
Somuleiðis er flogfarið hjá Icelandair til Føroya í dag, avlýst.