Tað er við sorg, at NSÍ hevur móttikið boðini um, at fyrrverandi venjari okkara, íslendingurin Guðjón Þórðarson, er farin um sýn. Hann gjørdist 71 ára gamal.
Guðjón var høvuðsvenjari hjá NSÍ í 2019, tá ið hann førdi okkara besta manslið til eitt flott 3. pláss í bestu føroysku deildini.
Guðjón var ein dugnaligur og royndur venjari, sum við sínum sterka persónleika og stóra fótbóltskunnleika setti sín dám á felagið.
Men vit minnast ikki einans Guðjón fyri hansara avrik á fótbóltsvøllinum. Hann var eisini eitt sera væl dámt menniskja, sum við sínum serliga lyndi, sínum humoristiska sansi og sínum hjartaliga verumáta vann sær nógvar vinir í NSÍ.
Eitt serligt minni, sum mong helst fara at minnast Guðjón fyri, var hansara siðvenja at bjóða teimum á bonkinum karamellur, hvørja ferð hansara lið skoraði. Ein lítil, men sera hugnalig siðvenja, sum segði nógv um mannin aftan fyri venjaran.
Guðjón hevur sett síni spor í NSÍ, og vit fara at minnast hann við stórum takksemi og virðing.
Tankar okkara eru hjá familju hansara og øllum teimum, ið stóðu honum nær.
Hvíl í friði, Guðjón.
Takk fyri tíðina í gulum og svørtum