Ongi úrslit

Fyrsta tiltakið í Haraldsstovu er eitt íverksetarakvøld 12. november

Tíðindaskriv
1 tími síðan

Íverksetarahúsið í Haraldsstovu í Sandavági hevur latið dyrnarupp fyri íverksetum, vinnurekandi, lesandi og øðrum, sum ganga við nýggjum hugskotum. Fyrsta tiltakið í húsinum er eitt íverksetarakvøld hósdagin 12. november, har fokus verður á at stovna fyritøku, bókhald og branding.

Íverksetarahúsið í Haraldsstovu er eitt arbeiðs- og menningarumhvørvi, har hugskot kunnu mennast til veruleika. Endamálið er at stimbra nýskapan og íverksetan og at menna eitt fjøltáttað vinnulív í Vága kommunu.

Í húsinum eru fimm fastar arbeiðsstøðir og felags arbeiðsøki. Til ber eisini at brúka húsið sum drop-in arbeiðspláss í styttri tíðarskeið. Áhugað kunnu gera eina royndaravtalu og sita eina viku ókeypis. Brúkararnir fáa atgongd til internet, printara, fundarhøli og felags køk, og møguligt er at hava postadressu í húsinum.

Íverksetarahúsið er tó meira enn ein skrivstovufelagsskapur. Brúkararnir kunnu fáa ókeypis grundráðgeving og sparring, frá fyrsta hugskotinum til stovnan og rakstur av fyritøku. Serfrøðilig ráðgeving, t.d. innan løgfrøði, kann verða skipað í samstarvi við uttanhýsis ráðgevar og mentorar. Øll ráðgeving verður veitt í trúnaði.

„Í Vágum eru nógv góð hugskot. Men tað kann vera einsamalt at sita við einum hugskoti og ikki vita, hvar ein skal byrja. Við Haraldsstovu vilja vit geva íverksetum eitt stað at arbeiða, fólk at sparra við og ráðgeving, tá ið tørvur er á tí. Vit vóna, at húsið við tíðini verður eitt livandi savningarstað fyri vinnulívið í kommununi,“ sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu.

Íverksetarakvøld – Frá hugskoti til fyritøku

Fyrsta tiltakið í húsinum er íverksetarakvøld 12. november kl. 19.30–21.30. Kvøldið vendir sær til tey, sum ganga við einum hugskoti, júst hava stovna egna fyritøku ella longu eru í gongd og vilja hava meira vitan og praktisk ráð.

Á skránni eru trý stutt innlegg:

• Birita Sandberg Samuelsen, advokatur, greiðir frá ymisku møguleikunum við at stovan fyritøku: Einstaklingsvirki, ÍVF ella Sp/f – hvat hóskar nær?

• Karin Laksáfoss og Sámal Rasmussen frá Bókin vísa, hvussu bókhaldið kann gerast einfalt og yvirkomiligt.

• Jonas Gaardlykke Rossum frá Krutl gevur eina lágpraktiska vegleiðing í branding við ítøkiligum ráðum.

Kvøldið verður óformligt, og høvi verður at síggja húsið, hoyra um møguleikarnar í Haraldsstovu og hitta onnur í somu støðu. Tú nýtist ikki at hava eina lidna ætlan fyri at koma. Eitt hugskot og eitt sindur av forvitni er ríkiligt.

Tiltakið er ókeypis, men tilmelding er neyðug, tí avmarkað pláss er. Tilmelding fer fram á https://www.atgongumerki.fo/

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið hevur ferðast fyri 3,4 milliónir upp á eitt hálvt ár

14. oktober kl. 08:42

Mín uppliving við heilabløðing og ein áheitan á Løgtingið

11. oktober kl. 17:59

Vegurin avbyrgur av stórari skriðu

14. oktober kl. 11:54

Stormurin í gjár kravdi eitt mannalív

15. oktober kl. 07:52

Ávaring frá løgregluni til  fólk í Hvalvík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:56

Hann undrast á hví vit halda fram at koppseta fyri koronu

13. oktober kl. 08:12