Filmshúsið skrivar soleiðis í dag á Facebook:
-Tina og maðurin Jonas komu ofta í Filmsfelagið. Tá Tina hevði vitjan av donskum leikstjórum, so sum Charlotte Sieling, ið gjørdi "Margrete den første", Boris Benjamin Bertram og Henrik Bohn Ipsen, ið gjørdu "Krigsfotografen" og leikaranum Jesper Christensen, sum spældi við í "Før frosten", fekk hon beinanvegin samstarv við Filmsfelagið, so hesir filmar vórðu vístir fyri fullum sali í biografinum.
Tina var donsk, og hevði í mong ár staðið á odda fyri eftirútbúgvingini á Den Danske Filmskole, har hon starvaðist í 25 ár. Har skipaði hon fyri skeiðum, seminarum og workshops fyri donskum og norðurlendskum filmsfólkum.
Tá hon hin 1. mars í 2018 byrjaði í starvinum sum fyrsti stjóri í Filmshúsinum, bjóðaði hon eisini Filmsfelagnum við, og segði, at hon vildi seta Føroyar á heimskortið sum filmsland. Hvørki meir ella minni.
- Tað er ein frámíhjárættur, at eg sleppi at vera við í tilgongdini at byggja Filmshúsið upp, at seta Føroyar á kortið sum filmsland, umframt at skapa synergi á einum høgum fakligum støði. Eg fari at arbeiða fyri at skapa best hóskandi møguleikar fyri filmsumhvørvið og samstundis útvikla tað heilt unga og evnagóða ættarliðið, so Føroyar kunnu fáa sína egnu fjølmiðlaumferð, ið kann gerast ein natúrligur partur av tilvitanini hjá føroyingum. Tað er ein spennandi avbjóðing, sum eg gleði meg til at fara undir, segði Tina í Dali Wagner, tá hon tók við starvinum sum fyrsti stjóri í Filmshúsinum.
Flestu við áhuga fyri filmi varnaðust millumnavnið í Dali. Tað er frá manninum, Jonas í Dali Wagner, sum er av føroysku ættini í Dali. Innan tey fóru úr Føroyum, fekk hann, sum eisini fæst við film, skrivar handrit, teknar og klippur, Ársins Andøvsfisk í 2023 frá Filmsfelagnum.
Jarðarferðin verður úr Holmens Kirke fríggjadagin 3. juli klokkan 11.
Ærað verið minnið um Tinu í Dali Wagner.
Filmsfelagið