Áleið kl 16 í dag varð ársins G! Festivalur útseldur.
Sølan er tí steðgað, bæði á netinum og við dyrnar.
Festivalurin hevur verið sera heppin við veðrinum í ár og nógv fólk hava verið á økinum at kalla alla tíðina.
Í kvøld verða m.a. føroysku Clickhaze, íslendski Ásgeir, estiski Tommy Cash á skránni, umframt ein hópur av øðrum føroyskum og útlendskum bólkum og einstaklingum.
G! Festival var eisini útseldur seinasta ár.